Looknorth P/F í Klaksvík er ein fyritøka, sum hevur ment seg nógv síðani felagið í ár 2000 var sett á stovn. Frá byrjan var bert framleitt sokallaðir styropor kassar til fiskivinnuna og alivinnuna. Eitt sum hevur eyðkent Looknorth er at virkið hevur lagt stóran dent á alsamt at menna nýggjar vørur til føroyska marknaðinum.
Eisini er virkið útbygt fyri nøkrum árum síðani. Hetta hevur samanlagt merkt, at Looknorth í dag, umframt at framleiða nógvar ymiskar vørur til alivinnuna og fiskivinnuna, harumframt eisini framleiðir vørur til føroysku byggivinnuna.
Tá hugt verður eftir roknskapinum hjá Looknorth P/F fyri 2020/21, sum endaði 30. sept. 2021, síggja vit at talan aftur hevur verið um ein góðan roknskap, sum var lagdur fram fyri aðalfundin.
Bruttovinningurin øktist úr 14,4 mió.kr. í 2019/20 til 14,8 mió.kr. í 2020/21. Hetta gav ein vøkstur á 3%.
Úrslitið áðrenn avskrivingar, var 8,1 mió.kr. í 2020/21, samanborið við 8,0 mió.kr. í 2019/20.
Avskrivingar hjá felagnum er tó minkaðar úr 3,3 mió.kr. 2019/20 til 2,5 mió.kr. í 2020/21. Hetta er eitt fall í avskrivingunum á uml. 800 tkr.
Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 4,4 mió.kr., sammett við 3,6 mió.kr. í 2019/20. Vøksturin í úrslitinum var 21%, og stavar í størsta mun frá minkaðu avskrivingunum í 2020/21 á 800 tkr.
Sambært roknskapinum eru 970 tkr. settar av til vinningsbýti til eigararnar.
Fíggjarjavnin hjá LookNorth hevur verið støðuður í 2020/21 samanborið við undanfarna ár. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 31,7 mió.kr. í 2020/21.
Støðisogn íalt er fallin úr 22,2 mió.kr. í 2019/20 til 20,8 mió.kr. í 2020/21. Hinvegin er ogn í umferð økt tilsvarandi úr 9,5 mió.kr. í 2019/20 til 10,9 mió.kr. í 2020/21. Serliga sæst at vørugoymsla er økt við 1 mió.kr. og áogn er økt við 2,7 mió.kr. Hinvegin er tøki peningurin minkaður 2,3 mió.kr.
Eginpeningurin hjá Looknorth er øktur úr 23,8 mió.kr. í 2019/20 til 27,2 mió.kr. í 2020/21.
Samlaða skuldin hjá felagnum er minkað úr 6,7 mió.kr. í 2019/20 til 3,2 mió.kr. í 2020/21. Felagið hevur onga langfreiðsta skuld í 2020/21.
Looknorth P/F er í dag væl fyri fíggjarliga. Trygdarevnið, sum er eginogn í mun til samlaðu skyldur, var heili 86% í 2020/21 sammett við 75% árið fyri.
Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stutfreiðstaða skuld, var í 2020/21 heili 337%.
Talan er tí um eina vælrikna og fíggjarliga sterka fyritøku, við góðum rakstrarúrslitið, stórum eginpeningi og rímuliga góðum gjaldførið.
Tað var Árni Skaale, sum saman við øðrum stovnaði felagið í 2000, sum hann í dag eigur saman við øðrum partaeigarum. Árni hevur verið stjóri í Looknorth inntil í januar 2022, tá hann fór frá, eftir at hann gjørdist Fiskimálaráharri.
Ragnar O. Sundstein er í dag stjóri í Looknorth í dag. Nevndarformaður er Djóni Joensen.
Sambært heimasíðuni hjá Looknorth starvast 19 fólk hjá fyritøkuni.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá Ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Comments