top of page

VINNURÁÐGEVING

 

 

Vit í Nira eru altíð til reiðar at veita eina dygdargóða vinnuráðgeving til føroyskar fyritøkur innan allar vinnugreinar. Vit leggja dent á eina persónliga og málrættaða ráðgeving, sum hevur sum endamál at geva tær og fyritøku tínari eitt enn betri fíggjarligt úrslit uppá bæði stitri og longri sigt.
Ongin uppgáva er ov stór, avbjóðandi ella trupul fyri okkum. Vit ynskja saman við tær at loysa tær uppgávur, sum vit fáa litið upp í hendur frá fyritøku tykkara. Vit eru miðvísir at loysa uppgávuna so gott vit kunnu innanfyri ásettu tíðarfreist og avtalaðan pris.
Tær uppgávur sum vit serliga hava førleikar at loysa fyri fyritøku tykkara eru fylgjandi:

Leiðsluráðgeving

Vit bjóða ráðgeving og sparring til leiðslur í fyritøkum, sum er í størsta trúnaði og áliti millum
partarnar.

Visións- og strategi 

At hava eina greiða og niðurskrivaða visión, missión, virkisvirðir og ikki minst eina málrættaða
strategi er sera týdningarmikið fyri tykkara úrslit framyvir. Hetta kunnu vit ráðgeva tykkum í.

Søluráðgeving 

Søla og  hvussu fyritøkan og starvsfólk er mótvegis sínum kundum hevur alstóran týdning fyri
tykkara úrslit og tann menningarmøguleika fyritøkan hevur.  Hetta kunnu  vit ráðgeva tykkum um.

Mannagongdir 

At hava niðurskrivaðar mannagongdir er altíð ein fyrimunir og onkuntíð eini ein treyt frá kundum
ella veitarum hjá fyritøkuni. Vit hava royndir í at skriva mannagongdir hjá virkjum. 

Finna starvsfólk 

At hava tey røttu starvsfólkini til røttu uppgávurnar hjá fyritøkuni er alt avgerandi fyri at náa tey
bestu úrslitini. Vit hjálpa tykkum við at seta tey røttu starvsfólkini, hava samrøður osv.

Stýra verkætlan 

Allar verkætlanir hava tørv á góðari leiðslu og neyvari stýring um eitt nøktandi úrslit skal fáast.
Vit bjóða okkum at hjálpa tykkara fyritøku í verkætlanum, sum hava tørv á uttanhýsis leiðslu.
bottom of page