top of page

KEYP-/SØLA AV FYRITØKUM 

 

 

At selja eina fyritøku, sum tú kanska hevur bygt upp ígjøgnum mong ár, er ein stór avgerð, sum tú sum virkiseigari helst hevur nógvar ósvaraðar spurningar til, áðrenn endalig avgerð verður tikin at selja. Hvat er virðið á míni fyritøku? Finnast keyparar til fyritøkuna? Hvussu kann ein handil fara fram? 
Somuleiðis um tú ert ein virkisfúsur persónur, sum ynskir at keypa eina fyritøku, so hevur tú óiva eisini nógvar  spurningar um hvussu farast kann fram at yvirtaka eina fyritøku, sum tú hevur gott eyga á.
Hvussu kann eg fáa fatur á eini fyritøku, sum ikki er alment til sølu? Hvussu kann eg fíggja eitt møguligt keyp?
Nira veitir ráðgeving til bæði virkiseigarar sum vilja selja sína fyritøku og til pesónar ella fyritøkur sum ynskja at keypa eina fyritøku. Tó vilja vit bert umboða annan partin í einum virkishandli, fyri at ráðgevingin skal verða óheft og røtt. Men vit umboða fegin teg sum antin er seljari ella keypari.
Vit í Nira hava fagligan kunnleika og royndir við virkishandlum og hava tí førleikan at tryggja at ein virkissøla fer rætt fram og gevur besta úrslit fyri antin seljara ella keypara.
Niðanfyri er ein stuttur vegvísari hvussu ein virkishandil vanliga fer framsaman við Nira::

Innleiðandi prát

Vit bjóða eitt óbindandi innleiðandi prát, har vit lurta og seta tær spurningar um støðu og ætlanir fyri framman, hvat ið møguligari sølu ella keypi av fyritøkuni viðvíkur.

Er fyritøkan sølubar?

Vit meta um "timingin" er røtt til sølu av fyritøku grunda á innanhýsis og uttanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni. Samstarvsavtala kann síðani gerðast um arbeiði hjá Nira.

Virðismeting av fyritøku 

Greiningararbeiði fer í gongd, sum endar við eini virðismeting av fyritøkuni. Nira brúkar altjóða virdar metingarmodellir til at meta um søluvirði á fyritøkuni. Greiningin endar við einum boðið uppá, hvat ið ein møguligur søluprísur á fyritøkuni kann verða.

Sølu arbeiði

Søluarbeiði umfatar ger av ítøkiligum sølutilfarið. Harnæst kontaktar Nira potentiellar áhugaðar keyparar um fyritøkuna, møguleikar við keypinum og  søluprísin.

Samráðing við keypara

Tá ið áhugaður keypari ella keyparar eru til fyritøkuna so vil Nira tryggja at samráðingarnar bera á mál og ein treyta keypsavtala verður gjørd.

Due Dilligence

Treytaða keypsavtala inniber at keyparin tryggjar sær at váttanir frá grannskoðara og sakførara fyriliggja um roknskap, uppteljingum og løgfrøðiligum viðurskiftum. Í stuttum nevnd Due Dilliengence kanning.

Søla av fyritøku

At enda verður fyritøkan yvirtikin av keypara og peningurin fyri søluna verður fluttur til seljaran.
bottom of page