top of page
Nira veitir óhefta fíggjarliga ráðgeving til bæði privat og til vinnuna.

Okkara endamál sum óheftur fíggjarligur ráðgevi er at optimera ella betra um tykkara samlaðu fíggjarviðurskifti út frá teimum møguleikum, sum eru í tykkara privat- ella vinnu búskapi (økonomi).

 

Vit kunnu av royndum staðfesta, at tað ikki eru ikki øll privat husarhald ella vinnuvirkir, sum fokuserað nóg nógv um teirra fíggingarsamanseting og prísir eru best møguligir. Hetta kunnu vit hjálpa tykkum við, bæði tá talan er um nýggjar fíggingar, men eisini tá talan er um at eftirhyggja verandi fíggingar og treytir.

Grundarlagið undir allari okkara ráðgeving og samskifti við teg/tykkum er trúnaður og álit.

Privat fíggjarlig ráðgeving:

Nira bjóðar tær/tykkum eitt ókeypis innleiðandi prát antin pr. telefon ella at vit møtast til ein fund.

Tá staðfest er hvør fíggarligi tørvurin er, vil Nira bjóða tær/tykkum at koma við einum uppskoti um loysn. Loysnin inniber, at Nira fær fyrilagt allar neyðugar fíggjarligar upplýsingar frá tær/tykkum, sum er grundarlagið fyri at at koma við einum nøktandi uppskoti um loysn.

Kostnaðurin fyri ráðgevingina verður avtalaður millum Nira og teg/tykkum.

 

Sum dømi um tænastur Nira kann bjóða tykkum er:

- Uppseta privat rakstrar- og fíggjarætlan t.d. at brúka yvirfyri peningastovni.

- Kanna bestu fíggingarmøguleikar.

- Eftirkanna um verandi fígginartreytir í peningastovni eru nøktandi.

Vinnulig fíggjarlig ráðgeving:

Nira kann bjóða fyritøku tykkara eitt ókeypis innleiðandi prát antin pr. telefon, ella at vit møtast til ein fund á tykkara fyritøku ella á okkara skrivstovu.

Nira bjóðar síðani fyritøku tykkara at gera tær neyðugu kanningarnar av fíggjarligu støðuni hjá fyritøku tykkara, fyri at koma til eina skilagóða loysn, sum kann betra um fígginartreytirnar, soleiðis at samlaðu fíggjarligu útreiðslurnar verða so lágar sum gjørligt, samstundis sum skuldin verður afturgoldin yvir eina so optimala tíð sum gjørligt. 

Kostnaðurin fyri ráðgevingina verður avtalaður millum Nira og tykkara fyritøku.

Sum dømi um tænastur Nira kann bjóða tykkara fyritøku er:

- Kanna um fíggingarsamanseting millum langfreiðstað og stuttfreiðsta bankaskuld er optimal.

- Kanna um fígginartreytir, t.e. lániupphædd, longd á láni og renta eru nøktandi.  

- Forhandla betri treytir við peningastovn/ar.

Veri vælkomin at seta tykkum í samband við Nira á fart. 514499 ella við at senda ein teldupost til: birgir@nira.fo

FÍGGJARLIG RÁÐGEVING

bottom of page