top of page

SØLA AV VINNUBYGNINGUM

 

Nira bjóðar kundum sínum, sum eru vinnufyritøkur (t.e. P/F, Sp/f ella líknandi) at taka sær av sølu av bygningum og ognum hjá felagnum. Vit hava góðan kunnleika og royndir at selja vinnuognir í Føroyum. 

Vit gerða nógv burturúr at lýsa hølini á rættan hátt, soleiðis at teir røttu keypararnir fáa rættar upplýsingar um ognina. Hetta verður gjørt við lýsingum á portalum, heimasíðu og á sosialu miðlunum.
Harumframt brúka vit okkara stóra netverk við at uppsøkja møguligar áhugaðar keyparar og kunnað um ognina.


Tá ið Nira fær eitt nøktandi boð uppá ognina, sum seljarin góðtekur, verður ein keypsavtala gjørd. Síðani bjóða vit okkum eisini til at skriva endaligt skeyti.
Fyrimunurin hjá eigaranum at brúka Nira er, at vit taka okkum av øllum vegna seljaran og vit altíð arbeiða fyri at fáa ein so góðan prís fyri ognina sum møguligt er.

Kostnaður fyri hesa tænastu verður avtalaður millum eigara og Nira.
bottom of page