top of page
  • Writer's pictureBirgir Nielsen

Borg P/F besta úrslit nakrantíð


Ein av fyritøkunum sum longu hevur almannakunngjørt roknskapin fyri árið 2021, er Borg P/F.

Borg er næst størsti timburhandil & Byggibúð í Føroyum, men hevur í mun til Balslev valt at hava lokalar timburhandlar og byggibúðir í Havn, Runavík og í Klaksvík.

Úrslitini síðstu árini hjá Borg P/F hava verið vaksandi og góð. Ársúrlitið í 2021 gjørdist 12,2 mió.kr., sum er besta úrslit í søgu felagsins. Avsett eru 1,5 mió.kr. í vinningsbýtið til eigaran fyri 2021.

Tað hevur gingið stak væl í Føroyum síðstu árini. Byggivirksemið hevur verið stórt bæði hjá kommunum, tí almenna, vinnufyritøkum og eisini hjá privata húsarhaldinum. Hetta sæst eisini aftur á gondini hjá timburhandlunum í Føroyum., sum vísa stóran vøkstur bæði í sølu og úrslitum. Borg er eitt gott dømi um hesa positivu gongd.

Roknskapurin hjá Borg P/F vísur, at bruttovinningurin øktist úr 52,3 mió.kr. í 2020 til 53,7 mió.kr. í 2021. Starvsfólkakostnaðirnir øktust 2,8 mió.kr. til 34 mió.kr. í 2021.

Úrslit áðrenn avskrivingar, vanliga nevnt ebidta, var 19,7 mió.kr, sum er júst sama støði sum í 2020.

Úrslit eftir skatt í 2021 gjørdist eitt avlop á 12,6 mió.kr. sammett við 11,7 mió.kr. í 2020. Skattur av ársúrslitinum var 2,7 mió.kr.

Fíggjarjavnin hjá Borg øktist úr 125,5 mió.kr. í 2020 til 135,8 mió.kr. í 2021.

Høvuðspostarnir á ognarsíðuni í fíggjarstøðuni í 2021 eru støðisogn, 43,9 mió.kr. og ogn í umferð, 91,9 mió.kr.

Skyldur felagsins vísur at langfreiðstað skuld í 2021 var 20,8 mió.kr. og stuttfreiðsta skuld var 77 mió.kr.

Eginpeningurin hjá Borg P/F í 2021 var 56,7 mió.kr. og trygdarevnið, sum er eginpeningir í mun til samlaðar skyldur, var 42%.

Gjaldførið hjá Borg P/F var gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum var 163% í 2021 samanborið við 146% í 2020.

Lyklatølini vísa eisini at talan hevur verið um eitt gott ár. Ognaravkastið var 11% og eginpeningsavkastið var heili 27%.

Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2021 sett 1,5 mió.kr. av sum vinningsbýti til eigararnar.

Eigarin av Borg P/F er felagið Viljin Sp/f, har Rodmundur Nielsen er høvuðspartaeigarin.

Borg P/F hevur sambart heimasíðu felagsins samanlagt 66 starvsfólk í arbeiði.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


67 views0 comments
bottom of page