top of page
  • Writer's pictureBirgir Nielsen

Magn P/F hevði metúrslit í 2021



Árið 2021 hilnaðist sera væl hjá Magn P/F, sum um árskiftið fekk nýggjar eigarar.

Ársúrslitið gjørdist 44,2 mió.kr. sum er heilar 12,7 mió.kr. betur enn í 2020.


Sølan hjá Magn í 2021 var 893 mió.kr., í mun til 667 mió.kr. í 2020. Talan er um ein vøkstur á 33,9%. Í ársfrágreiningini í roknskapinum verður sagt at marknaðarparturin helst er øktur nakað í 2021. Harnæst er oljupríssurin alsamt hækkaður í 2021, sum helst er størsta orsøkin til stóra vøksturin í søluni.

Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebidta, var 60 mió.kr. í 2021 samanborið við 55,7 mió.kr. í 2020. Ein vøkstur á 7,7%.

Ársúrslitið hjá Magn fyri 2021 gjørdist eitt avlop á 44,3 mió.kr. samanborið við 31,6 mió.kr. í 2020. Vøksturin er 12,7 mió.kr. ella heili 40,1%.


Fíggjarjavnin hjá Magn var í 2021 samanlagt 340 mió.kr. samanborið við 316 mió.kr. í 2020.

Støðisognin var í 2021 íalt 192 mió.kr. í mun til 198 mió.kr. í 2020. Ogn í umferð er økt úr 117 mió.kr. í 2020 til 148 mió.kr. í 2021.

Samlaða skuldin hjá Magn í 2021 var 231 mió.kr., í mun til 227 mió.kr. í 2020.

Eginpeningurin hjá Magn í 2021 var 101,5 mió.kr., sammett við 79,7 mió.kr. í 2020.

Trygdarevnið hjá Magn, sum er er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er tí øktur úr 25,3% í 2020 til 29,9% í 2021.


Gjaldførislutfallið hjá Magn er økt úr 106% í 2020 til 115% í 2021. Tøkur peningur við ársenda 2021 var 18,7 mió.kr.


Samanumtikið má staðfestast at ársúrslitið hjá Magn í 2021 var sera gott, Felagið er væl fyri fíggjarliga, við einum nøktandi trygdarevni og einum rímuliga góðum gjaldførið.

Sambært roknskapinum verða 27,8 mió.kr. rindaðar út í vinningsbýti til eigararnar.

Magn upplýsir í roknskapinum, at 88 starvsfólk vóru í starvið í 2021.


Stjórar í Magn er Finn Jacobsen og Johnni Meinhard Poulsen. Nevndarformaður er Teitur Nolsøe Poulsen.

Skrásettur høvuðspartaeigari er Sp/f Orkufelagið.


Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


57 views0 comments
bottom of page