• Birgir Nielsen

Elding søguliga gott úrslit


Tá ið gjørt var upp fyri árið 2020, kundi Elding Sp/f leggja fram ein roknskap, sum vísur ein metgott úrslit fyri 2020.


Vinnugreinin, sum Elding er partur av, er innan hvítvørur, eltól, sjónvarp/ljóannlegg v.m. umframt veitingar til vinnuna. Hendan vinnan er vanliga merkt av harðari kapping um kundarnar, lágum marginalum á vørunum og harvið vanda fyri at rakstrarúrslitini kunnu koma undir trýst.


Men Elding hevur tó staðið seg rímuliga væl fíggjarliga síðstu árini.

Bruttovinningurin í 2020 var 18,6 mió.kr. i mun til 15,7 mió.kr. Hetta gav ein vøkstur á 18,5%.

Ársúrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist 4 mió.kr., sammett við 3 mió.kr. í 2019. Vøksturin í úrslitinum var 34,7%.


Fíggjarjavnin hjá Elding er øktur síðsta árið við 12,5%, har ið samlað ognin er økt úr 39,5 mió.kr. í 2019 til 44,5 mió.kr. Vørugoymslan økt við 3 mió.kr. í 2020 og var við árskiftið 24,9 mió.kr.


Felagið hevði onga langfreistað skuld í 2020, meðan stuttfreista skuldin øktist úr 24,6 mió.kr. i 2019 til 27,6 mió.kr.


Gjaldførið hjá Elding var gott í 2020, har ið tøki peningurin øktist úr 6,3 mió.kr. í 2019 til 9,1 mió.kr. í 2020. Gjaldførislutfallið øktist eisini úr 154% í 2019 til 157% í 2020, sum verður mett at verða nøktandi.


Á aðalfundinum hjá Elding var samtykt at útluta 2,0 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.

Mads Andreas Winther stovnaði Elding í 1995, sum síðani hevur ment seg til størsta handilsfelag av sínum slagi í Føroyum, við 2 stórhandlum í Havn og Klaksvík umframt vinnuhandilin Elding Business í Havn. Samlaða starvsfólkatalið hjá Elding í dag er umleið 40.


Eigari av Elding Sp/f er Sp/f Heimlon, sum feløgini H.W. Sp/f, L.W. Sp/f og M.A.W. Sp/f eiga. Hesi feløg eru ogn hjá ávikasvist Herman E. Winther, Levi E. Winther og Mads Andreas Winther. Talan er um tískil um eina familjufyritøku.

Stjóri í Elding Sp/f er Mads Andreas Winther og nevndarformaður er Niels Winther Poulsen.


Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

10 views0 comments