top of page
  • Writer's pictureBirgir Nielsen

Sansir P/F avlop á 1,7 mió.kr. í 2020

Felagið handan føroyska magasinblaðið Kvinna og annars alskyns marknaðarførings uppgávur av eitt nú Visit Faroe Islands og nógvum øðrum føroyskum fyritøkum, kundi fyri 2020 framleggja eitt avlop á 1,7 mió.kr, har partseigararnir fingu 1 mió.kr. útgoldið í vinningsbýti.

Roknskapurin hjá Sansir fyri 2020 vísur, at bruttovinningurin gjørdist 8,9 mió.kr. Hetta er 5% lægri enn í 2019, tá bruttovinngurin var 9,4 mió.kr. Starvsfólkastnaðurin í 2020 var 6,8 mió.kr, sum er 0,6 mió.kr ella 8,5% lægri enn í 2019. Tað eru íalt 18 starvsfólk hjá Sansum samb. teirra heimasíðu. Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, eisini nevnt ebidta, var 2,1 mió.kr., samanborið við 2,0 mió.kr. í 2019. Ársúrslitið í 2020 gjørdist eitt avlop á 1,7 mió.kr. sammett við 1,3 mió.kr. í 2019. Vøksturin var 28%. Fíggjarjavnin hjá Sansir er øktur úr 4,9 mió.kr. í 2019 til 6,5 mió.kr. í 2020. Støðisognirnar eru 0,8 mió.kr., sum er áleið tað sama sum í 2019. Ogn í umferð hinvegin er økt úr 4,2 mió.kr. til 5,7 mió.kr. í 2020. Eginognin hjá Sansir er minkað úr 2,0 mió.kr. í 2020 til 1,8 mió.kr. í 2020, sum stavar frá útgoldnum vinningsbýti á 1 mió.kr. fyri 2020. Felagið hevði onga langfreistaða skuld í 2020 meðan stuttfreistaða stuttfreiðsta skuldin er økt úr 2,9 mió.kr í 2019 til 4,8 mió.kr. í 2020.

Størru partaeigararnir í Sansir P/F eru samb. Skráseting Føroya hesir: BKH Invest Sp/f, LLM Íløgur Sp/f, Sniðja Sp/f og TVJ Sp/f. Stjórar í Sansir P/F eru Lena L. Mohr og Tór Verland Johansen. Nevndarformaður er Bogi Karbech Henriksen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

10 views0 comments
bottom of page