• Birgir Nielsen

Poul Hansen P/F hevði 8,9 mió.kr. í avlopi



Ein av gomlu familjufyritøkunum í Havn er Poul Hansen P/F, sum byrjaði sítt virsemið í 1927. Tað var Poul Hansen, sum við umboðið fyri enskt tubbak og nakrar fáar kolonialvørur, legði lunnar undir tí í dag stóra heilsøluvirksemið og matvøruhandlar, sum felagið í dag rekur. Harumframt eigur og rekur Poul Hansen P/F matvøruframleiðsluvirkið Krás í Hósvík, umframt at felagið eisini er partaeigari í fleiri føroyskum fyritøkum.

Roknskapurin 2020 vísur, at nettosølan gjørdist 336,9 mió.kr. móti 320,2 mió.kr. í 2019. Vøksturin í søluni var tískil 5,2%.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, eisini nevnt ebidta, var 14,0 mió.kr., sammett við 10,5 mió.kr. í 2019, sum er ein vøkstur á 33%.

Ársúrslitið í 2020 gjørdist eitt avlop á 8,9 mió.kr. sammett við 9,3 mió.kr. í 2019.

Fíggjarjavnin hjá Poul Hansen P/F er øktur úr 280,3 mió.kr. í 2019 til 301,7 mió.kr. í 2020. Ein vøkstur á 7,7%.

Støðisognirnar eru øktar úr 188,3 mió.kr. í 2019 til 218,2 mió.kr. í 2020, har tað serliga er materiel støðisogn sum er vaksin við 29 mió.kr. Sambært roknskapinum er íløga gjørd í bygning.

Poul Hansen P/F er sera væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2020 er 237,8 mió.kr. Trygdarevnið er tískil 78,9%, sum verður roknað at verða sera gott.

Felagið hevur økt um sína langfreiðstaðu skuld við 13,4 mió.kr. í 2020, har felagið í 2019 onga langfreiðstaða skuld hevði. Stuttfreiðsta skuldin er økt úr 40,7 mió.kr. í 2019 til 53,2 mió.kr. í 2020.

Høvuðspartaeigari av Poul Hansen P/F er sambært roknskapinum Høgni Hansen.

Stjóri í Poul Hansen P/F er Høgni Hansen og nevndarformaður er Bjarne Pedersen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


11 views0 comments