Árið 2020/21 hildnaðist væl hjá matvøruheilsøluni P/F Poul Michelsen.
Matvørufyritøkan, sum í 1974 byrjaði sítt virksemið í smáum heima í kjallaranum hjá Poul og Sólrún Michelsen í Gundadali, hevur síðani ment seg til eina stóra og vælrikna fyritøku, sum í dag heldur til við Hoyvíksvegin í Havn og har 60 fólk starvast.
Felagið virkar innan matvørumarknaðin í Føroyum, og eigur m.a. eisini dótturfeløgini PM Pluss, sum virkar innan reingerðarvinnuna, Kjøtbúðin P/F, Atlas Flutningur Sp/f og Atlantic Partners í Danmark.
Roknskapurin, sum endaði 30. Apríl 2021 vísir, at nettosølan øktist úr 219 mió.kr. í 2019/20 til 232 mió.kr. í 2020/21. Vøksturin í søluni var 6%.
Ársúrslitið eftir skatt í 2020/21 gjørdist 10 mió.kr., sum er nakað betrið enn í fjør, tá ið ársúrslitið var 7,7 mió.kr. Vøksturin í ársúrslitinum øktist tískil 30%.
P/F Poul Michelsen er væl fyri fíggjarliga, við einum eginpeningi pr. 30. apríl 2021 á 79,6 mió.kr. og einum trygdarevnið á 52%. Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 154,1 mió.kr., harav fastar ognir 61,1 mió.kr., fíggjarligar ognir 22,6 mió.kr. og ognir í umferð vóru 70,4 mió.kr. Harav var tøkur peningur 9,5 mió.kr.
Felagið hevði pr. 30. apríl 2021 langfreistaða skuld á 23,2 mió.kr. og stuttfreista skuld á 50,1 mió.kr.
Gjaldførið var gott, har ið gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 140%.
Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3,5 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar.
Eigarar av P/F Poul Michelsen sambært ársroknskapinum, har ið eigarar sum eiga meira enn 5% eru nevndir, eru P/F PM-Holding, Poul Michelsen, NM7 Sp/f og Gunnar D. Mohr.
Stóri í P/F Poul Michelsen er Gunnar D. Mohr og nevndarforkvinna er Poula Michelsen.
Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f www.nira.fo
Comments