top of page
  • Writer's pictureBirgir Nielsen

P/F J.F. Kjølbro Heilsøla 4,8 mió.kr. í avlopi í 2020


Navnið J.F.Kjølbro Heilsøla hevur røtur heilt aftur ta ovurhonds stóra virksemið hjá kenda vinnulívsmanninum og stórreiðaranum Jógvan Frederik Kjølbro í Klaksvík.

Í 1996 keyptu brøðurnir Jákup og Jóannes Mikkelsen P/F J.F.Kjølbro Heilsølu frá Norðoyagrunninum eftir at stóru búskaparkreppuna fyrst í 1990unum, sum sum rakti føroyska samfelagið hart.

Í 2007 keyptu hjúnini Ester og Jákup Mikkelsen allan partapeningin í fyritøkuni, sum teyr eiga ígjøgnum móðurfelagið Finnna Sp/f, sum eigur í fyritøkuni Kjølur Sp/f.

Roknskapurin 2020 hjá P/F J.F.Kjølbro Heilsølu vísur, at bruttovinningurin øktist úr 12,2 mió.kr. í 2019 til 13,5 mió.kr. í 2020. Vøksturin í bruttovinninginum var tískil 11% í 2020.

Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020, var 6,5 mió.kr., samanborið við 5,3 mió.kr. í 2019.

Ársúrslitið í 2020 vísti eitt avlop á 4,8 mió.kr., í mun til 3,8 mió.kr. í 2019. Vøksturin í ársúrlitinum í 2020 var tískil 1 mió.kr., ella 25%.

Um hugt verður eftir fíggjarjavnanum í 2020, so vóru samlaðar ognirnar hjá J.F.Kjølbr Heilsølu 19,9 mió.kr. Støðisogn var 1,0 mió.kr. og vørugoynlsa 6,8 mió.kr. og áogn av sølu var 12,1 mió.kr.

J.F.Kjølbro Heilsøla er væl fyri fíggjarliga, har eginognin í 2020 er 9,3 mió.kr. Trygdarevnið er 46,7%, sum verður roknað at verða gott.

Felagið hevur minkað um sína samlaðu skuld úr 11,6 mió.kr. í 2019 til 10,6 mió.kr. í 2020.

Samanlagt er tí talan um eitt gott roknskaparár fyri 2020.

Aðalfundurin avgjørdi at útluta eigarunum, Finna Sp/f, 3,5 mió.kr. í vinningsbýti.

Stjóri í J.F.Kjølbro Heilsølu er Hans Arni Bjarnason Thomsen. Nevndarformaður er Jákuo A. Mikkelsen.

Samb. heimasíðuni hjá felagnum er starvsfólkatalið íalt 17.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo

15 views0 comments
bottom of page