Tórshavnar Kommuna eigur skjótast gjørligt at keypa lendi í Havnini, sum síðani verður stykkjað út til eini 30-50 vinnustykkir
Ráðgevingarfyritøkan Nira, sum m.a. tekst við at selja vinnognir, merkir í hesum døgum ein sera stóran og vaksandi eftirspurning eftir vinnustykkjum í Havnini.
Birgir Nielsen, sum er stjóri í Nira sigur, at tað snøkt sagt ongi vinnustykkir eru eftir til sølu frá Tórshavnar Kommunu. Somuleiðis er heldur ikki lætt at finna privat vinnustykkir, sum eru til sølu til ein rímuligan prís. Prísurin er á vinnustykkjum er hækkaður sera nógv síðstu fáu árini, serliga tí útboðið er so lítið. Hetta er ein stórur trupuleiki hjá vinnufyritøkum, sum ynskja at keypa vinnustykki í Havnini, sigur Birgir Nielsen.
Hóast tað frá Tórshavnar Kommunu hevur verið tosa um at bjóða Sund og Gomlurætt til vinnustykkir, so ynskja flestu fyritøkur í Kommununi ikki at flyta til hesi økir í útjaðaranum í Havnini. Økini eru snøgt sagt ikki nóg attraktiv, og liggja ov langt burtur frá sjálvari Havnini sigur Birgir Nielsen.
Samb. Birgir Nielsen so er boðskapurin frá vinnufyritøkum og virkiseigarum í Tórshavnar Kommunu heilt greiður: ”Tórshavnar Kommuna eigur skjótast gjørligt at keypa lendi nærri ringvegnum, sum síðani verður stykkjað út til eini 30-50 vinnustykkir skjótast gjørligt.”
Tørvurin á vinnustykjum í Havnini er ómetaliga stórur, og tað hevði ikki verið nakar trupuleiki hjá okkum at selt slík kommunal vinnustykkir, sigur Birgir Nielsen.
Birgir Nielsen sigur víðari, at eftir hansara tykki eigur Tórshavnar Kommuna í nógv størri mun enn í dag, at geva fyritøkum í kommununi enn betri og rúmligari umstøður at virka undir. Bæði hjá smærri fyritøkum og fyritøkum, sum hava tørv á at vaksa um sítt virksemið í kommununi.
Eystur- og Sandoyar tunnlarnir lata upp í næstum. Tórshavnar Kommuna má tí sum skjótast útvega fleiri vinnustykkir í Havnini, so vandi ikki verður fyri at vinnufyritøkur flyta til aðrar kommunur sum longu hava tøk kommunal vinnustykkir, sigur Birgir Nielsen at enda.
Comments