Byggivirksemið hevur neyvan nakrantíð verið so stórt í Føroyum sum síðstu árini. Hetta sæst eisini aftur í góðum roknskapunum hjá byggifyritøkum. Ein av stóru veitarunum til byggivinnuna er Løvubetong P/F á Norðskála, sum hevði sítt besta ár í 17 ár og helst eisini sítt besta ár nakrantíð.
Løvubeting P/F, sum er ein tann størsta betongblandistøðin í landinum í dag, var stovnsett í 1984 av Herman Mørkøre, sum saman við familjuni rak virkið inntil í 2008/2009, tá tað var selt til Thor Contractors Sp/f, sum er felag hjá íslendska entreprenørinum Thorvaldur Gissurarson.
Roknskapurin fyri 2020 vísir, at bruttovinningurin var 27 mió.kr., sammett við 21 mió.kr. í 2019. Ein vøkstur á 28,6%, sum verður mettur at verða ein stórur vøkstur. Nettosølan er tó ikki upplýst, men sannlýkt er, at vøksturin í bruttovinninginum kemur frá einari øktari sølu í 2020.
Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 12,2 mió.kr. í 2019 til 18,9 mió.kr. í 2020. Vøksturin er heili 54,8%. Orsøkin er stóri vøksturin í bruttovinninginum, umframt at starvsfólkakostnaðurin lækkaði 691.000 kr. í 2020 í mun til 2019.
Ársúrslitið gjørdist eitt yvirskot á 13,3 mió.kr. samanborið við eitt avlop á 8,8 mió.kr. í 2019. Vøksturin í ársúrslitinum er 50,4%. Felagið rindar harumframt 3,2 mió.kr. í partafelagsskatti fyri 2020.
Løvubetong P/F er ein fíggjarliga sterk fyritøka, við einum eginpeningi á 51,2 mió.kr., sum gevur eitt trygdarevnið á heili 78%.
Samlaðu ognirnar hjá felagnum vóru 65.6 mió.kr., harav fastar ognir 39,8 mió.kr. og ognir í umferð 25,8 mió.kr. Harav var tøkur peningur 5,8 mió.kr.
Felagið hevði onga langfreiðsta skuld í 2020, meðan stuttfreiðsta skuldin var 8,8 mió.kr.
Gjaldførið var sera gott. Gjaldførislutfallið, sum er ogn í umferð í mun til stuttfreiðsta skuld, var 291% í 2020 samanborið við 210% í 2019.
Aðalfundur felagsins hevur samtykt at útluta 3 mió.kr. í vinningsbýti til eigararnar, sum er sama upphædd sum í 2019.
Stjóri í Løvubetong P/F er Regin Jóannes Johannessen og nevndarformaður er Torvaldur Gissurarson. Sambært heimasíðuni hjá Løvubetong starvast 14 fólk í fyritøkuni.
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
Comments