• Birgir Nielsen

KSS besta árið nakrantíð


Klaksvíkar Sleipistøð P/F, sum í dag er betri kent undir navninum KSS, hevði sítt besta ár nakrantíð í 2020.

Talan er um eina fyritøku, heimhoyrandi í Klakvík, sum hevur ment seg nógv síðstu árini og sum kundi leggja ein met góðan roknskap fyri 2020 fram, sum gav 5,9 mió.kr. í ársúrlitið.


Í Klaksvíkini eru nógv fiskivinnuvirksemi bæði á sjógvi og landi. So tað er nattúrligt at eitt felag, sum KSS í stóran mun veitir sínar tænastur til skip og virkir í nærumhvørvinum, umframt eisini til aðrar kundar í Føroyum.


Virksemið hjá KSS fer annars heilt aftur til 1928 og gjørdist ein partur av stóra Kjølbro samtakinum, men sum í kreppuni fyrst í 1990 steðgaði og sum síðani var yvirtikið av starvsfólkum á skipasmiðjuni í 1994, sum róku skipasmiðjuna víðari. Í 2011 keypti Sp/f LGS allan partapeningin í skipasmiðjuni, sum síðani hevur borið navnið Klaksvíkar Sleipistøð og KSS.


Um vit hyggja nærri at roknskapinum sæst, at bruttovinningurin hjá KSS í 2019 øktist úr 27 mió.kr. til 36,9 mió.kr. í 2020. Ein vøkstur á 37%, sum er størsti bruttuvinningur hjá felagnum nakrantíð.


Úrslitið áðrenn avskrivingar í 2020 var 9,3 mió.kr., sum var ein vøkstur á heili 6,1 mió.kr. í mun til í 2019.


Ársúrslitið í 2020 var 5,9 mió.kr. sammett við 0,7 mió.kr. í 2019. Besta árið frammanundan var í 2014, tá ársúrlitið var 4,9 mió.kr. Ti er 2020 besta ár nakrantíð hjá KSS.


Fíggjarjavnin hjá KSS øktist úr 47,4 mió.kr. í 2019 til 50,6 mió.kr. í 2020.


Støðisognin i 2020 er íalt 21,4 mió.kr. samanborið við 21,6 mió.kr. og ogn í umferð er 29,2 mió.kr. í 2020 í mun til 25,8 mió.kr. í 2019.


Eginpeningurin hjá KSS øktist úr 17,6 mió.kr. í 2019 til 22,4 mió.kr. í 2020. Trygdarevnið í 2020 var 44%, sum verður mett at verða rímuliga gott.


Felagið hevur økt um langfreistaðu skuldina úr 15,7 mió.kr. í 2019 til 17,5 mió.kr. í 2020. Hinvegin er stuttfreiðstaða skuldin miknað úr 12,9 mió.kr. í 2019 til 9,3 mió.kr. í 2020.


Gjaldførið hjá KSS var gott í 2020, tá hugt verður eftir lyklatølum. Munurin millum ogn í umferð, sum var 29,2 mió.kr. og stuttfreiðstaðu skuldini, sum var 9,3 mió.kr., var 19,9 mió.kr. Gjaldførislutfallið var tískil 315% í 2020 sammett vð 199% í 2019.


KSS eigur dóttirfeløgini Búrhella Sp/f, sum leigar út loðsbát og kranabilar. Johs Elektro Sp/f, sum er elektromekaniskur verkstaður.


KSS upplýsir á síni heimasíðu, at 70 starvsfólk starvast í teirra feløgum.


Skrásettir eigarar í KSS í dag eru feløgini LGS Sp/f og Kenit Sp/f.


Frimodt Rasmussen er stjóri í KSS og Niclas Joensen er nevndarformaður. Harumframt sita Jón Rasmussen og Frimodt Rasmussen eisini í nevndini.


Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


12 views0 comments