• Birgir Nielsen

Frakt og Sandsølan Sp/f 14,7 mió.kr. í avlopi


Reiðaríðið, sum hevur sín heimstað í Søldarfirði, og sum byrjaði í smáum fyri 55 árum síðani, er vaksi munandi síðstu árini, bæði við skipum, bruttovinningi og úrslitið. Í dag eigur felagið sambært heimasíðu felagsins 11 farmaskip, umframt at felagið eisini rekur 3 onnur farmaskip.




Frakt og Sandsølan Sp/f, er í dag eisini kent undir navninum Navigare Shipping, sum er navnið, sum virksemið hjá felagnum verður marknaðarført við í Føroyum og uttanlanda. Tað eru brøðurnir Álvur, Annfinn, Jan og Bárður, sum saman við øðrum hava ført virksemið víðari eftir pápan, sum byrjaði virksemið í 1966.


Umframt at eiga og reka farmaskip, tekur felagið sær eisini av at innflyta og selja sand og annað tilfarð, sum verður innflytt úr Norra til Føroya.


Bruttovinningurin hjá Frakt og Sandsølan í 2020 gjørdist 64,6 mió.kr. samanborið við 51 mió.kr. í 2019. Vøksturin í bruttovinningi er 26,8%.


Starvsfólkakostnaðir vóru í 2020 í alt 39,4 mió.kr., sum er ein vøkstur á 6,8% í mun til 2019. Í ársfrágreiðingini er upplýst at 117 fólk eru í starvi hjá felagnum.

Úrslit áðrenn rentur og avskrivingar, eisini nevnt ebidta, var 25,3 mió.kr. í 2020 sum er 11,3 mió.kr. hægri enn í 2019. Hesin vøksturin vísur at rakstrarlønsemið hevur verið gott hjá felagnum í 2020.


Ársúrslitið eftir skatt var 14,7 mió.kr. í 2020 samanborið við 5,1 mió.kr. í 2010. Vøksturin í ársúrslitinum er tí stórur,


Frakt og Sandsølan hevur økt nógv um fíggjarjavnan í 2020, har samlaðar ognir og skyldur vóru 147,4 mió.kr. Sama talið var í 2019 íalt 93,5 mió.kr.

Støðisognin í 2020 var 123,9 mió.kr., samanborið við 71,5 mió.kr. í 2019.

Langfreiðsta skuldin øktist úr 36,8 mió.kr. til 85,6 mió.kr. í 2020. Hinvegin er stuttfreiðsta skuldin minkað úr 32,7 mió.kr. í 2019 til 26,2 mió.kr. í 2020.


Eginognin hjá Frakt og Sandsøluni var 35,1 mió.kr. í 2020 og trygdarevnið, sum er eginpeningur í mun til samlaðu skuldur, var 24%.


Eigarar av Frakt & Sandsølan er Navigare Sp/f, Framtaksgrunnur Føroya og Royndin.

Stóri er Álvur Højgaard og nevndarformaður er Tummas T. Eliasen.

Greiningin er gjørd av ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f www.nira.fo

0 views0 comments