top of page
  • Writer's pictureBirgir Nielsen

Bygma Balslev metgott úrslit 2020S



Síðstu mongu árini hevur Bygma Balslevs Timburhandil & Byggibúð P/F verið størsti timburhandil og byggibúð í Føroyum. Talan er um eina stóra og vælrikna fyritøku, sum ár um ár hevur kunna víst á góð rakstrarúrslit og hevur ligið fremst millum timburhandlarnar í Føroyum.


Um tað er metstóra byggivirksemið í Føroyum, møguliga saman við stórum innanlanda privatum eftirspurningi orsaka av Korona, sum er orsøkin til vøksturin í 2020, verður ikki upplýst í roknskaparfrágreiðingini frá felagnum.


Men staðfest er, at aðalfundurin í Balslev kundi leggja ein metgóðan roknskap fram, sum gav eitt avlop á heili 22,3 mió.kr., sum er besta árið hjá Bygma Balslev síðstu 17 árini.


Roknskapurin hjá Bygma Balslev vísur, at bruttovinningurin øktist úr 55,8 mió.kr. í 2019 til 62,8 mió.kr. í 2020, sum er ein vøkstur á 12,5%. Samlaða nettosølan verður ikki upplýst.

Starvsfólkakostnaðirnir øktust 4 mió.kr. í 2020 til 32,1 mió.kr.

Úrslit áðrenn avskrivingar, øktist úr 27,6 mió.kr. í 2019 til 30,7 mió.kr. í 2020. Vøksturin er 11,2%.

Bygma Baslev rindaði 4,8 mió.kr. í partafelagsskatti í 2020.


Úrslitið eftir skatt í 2020 gjørdist eitt avlop á 22,3 mió.kr., samanborið við 19,8 mió.kr. í 2019, sum gevur ein vøkstur í úrslitinum á 12,8%.


Fíggjarjavnin hjá øktist úr 47,4 mió.kr. í 2019 til 50,6 mió.kr. í 2020.


Um hugt verður eftir fíggjarstøðuni hjá Bygma Balslev sæst, at samlaðu ognir og skyldur øktust úr 134,9 mió.kr. í 2019 til 149,0 mió.kr. í 2020. Serliga er støðisognin økt við 6 mió.kr. og onnur ogn við 9,2 mió.kr., meðan tøkur peningur er minkaður við 3,6 mió.kr.

Vørugoymslan var 37,7 mió.kr. í 2020, sum er sama støði sum í 2019 og áogn frá søluni var 30 mó.kr. í 2020, samanborið við 28,1 mió.kr. í 2019.


Eginpeningurin hjá Bygma Balslev øktist úr 80,8 mió.kr. í 2019 til 88,1 mió.kr. í 2020. Talan er tí um eina fíggjarliga sterka fyritøku. Trygdarevnið er 59%, sum verður mett at verða gott.

Felagið hevur økt um stuttfreiðstaðu skuldina, úr 49,7 mió.kr. í 2019 til 56,8 mió.kr. í 2020.

Gjaldførið hjá Bygma Balslev var eisini gott, tá hugt verður eftir lyklatalinum ”gjaldførislutfall”, sum er munurin millum ogn í umferð og stuttgreiðstaða skuld, var 138% í 2020 samanborið við 141% í 2019.


Eigarin av Bygma Balslev er kenda og stóra danska fyritøkan Bygma A/S, sum sambært upplýsingum á teirra heimasíðu, www.bygma.dk, er ein av 100 teimum størstu fyritøkunum í Danmark og hevði eina samlaða sølu í 2020 á 9,4 mia.kr.


Aðalfundurin hevur fyri roknskapin 2020 sett 15 mió.kr. av , fyri at rinda sum vinningsbýti til eigararnar.


Bygma Baslev upplýsir á síni heimasíðu, at samlað starvsfólkatalið er 75.


Stjóri í Bygma Balslev er Sjúrður Olsen. Nevndarformaður er Peter Hellerung Christiansen.

Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo


25 views0 comments
bottom of page