top of page

Handilsfyritøka til sølu

Væl rikin handilsfyritøka við góðum vøruúrvali og ein breiðum kundaskara til sølu. 

Fyritøkan virkar innan sølu av einum breiðum úrvali av handilsvørum, ið serliga venda sær ímóti fyritøkum, kommunum og almennum stovnum.

Fyritøkan hevur gott 25 ár á baki og hevur øll árini virka innan sama øki. Gjøgnum árini hevur fyritøkan prógvað evnið at vinna pening bæði í góðum og verri tíðum. Grundarlagið fyri hesi góðu gongd er m.a., at fyritøkan gjøgnum árini hevur megnað at tryggja sær ein góðan og fjølbroyttan kundaskara. Sølan er væl býtt millum vørubólkarnar hjá fyritøkuni, eins og sølan er væl býtt á ein stóran skara av kundum.

Fíggjarliga hevur fyritøkan seinastu fimm árini havt eitt miðal rakstrarúrslit (EBIT) á umleið kr. 800.000. Ognir felagsins fevna einans um ognir, ið beinleiðis knýta seg at rakstrinum. Felagið hevur onga bankaskuld, og fíggjarstøða felagsins javnvigar við áleið kr. 3.500.000-4.500.000. Fyritøkan búleikast í leigaðum hølum í Tórshavn. Møguleiki er hjá keypara at yvirtaka leigumálið ella siga upp leigumálið uttan fráboðan.”

 

Ring 514499 ella send teldupst til birgir@nira.fo fyri at hoyra meira.

NIRA Sp/f  -  Smærugøta 9A  -  100  Tórshavn  -  Faroe Islands  -  telefon nr.: +298 514499  -  t-postur:   nira@nira.fo

bottom of page