top of page

KLÆDNAHANDILIN INSITO TIL SØLU

KLÆDNAHANDILIN INSITO TIL SØLU

Um hóskandi boð fæst verður Insito Sp/f, sum eigur og rekur klædnahandilin Insito sett til sølu.

Insito er ein kendur, spennandi og vælrikin klædnahandil til kvinnur í Føroyum í øllum aldri og støddum. Handilin hevur nógv góð merkir av klæðum og tilhoyrandi vørum (accessories).
Insito heldur til í SMS, og hevur eisini eina online webshop. Sí www.insito.fo

Klædnahandilin Insito er eitt serligt uppbygt klædnakonsept, og kann síðstu árini vísa á góða sølu og ein trúfastan kundaskarða kring allar Føroyar.

Handilin verður seldur orsaka av serligum umstøðum.

Ein komandi keypari,sum keypir Insito, fær við keypinum m.a. eitt væl uppbygt handilskonsept, eitt gott kundagrundarlag, leverandørar, innbúgv, vørulagur, web shop, heimasíðu og nærum 10.000 fylgarar á Facebook síðuni hjá Insito.

Boð uppá Sp/f Insito og handilin verða biðin at verða send Nira Sp/f áðrenn 15.januar 2023 á birgir@nira.fo. Øll boð verða viðgjørd í trúnaði.
Yvirtøka av handlinum kann verða skjótast gjørligt.

Um tú ynskir at fáa meira at vita um Insito, hóskandi søluprís v.m., ert tú vælkomin at seta teg í samband við ráðgevarafyritøkuna Nira á tel. 514499 ella við at skriva á birgir@nira.fo. www.nira.fo 

bottom of page