Spennandi vinnubygningu á Slættanesgøtu 8 í Havn til sølu

Ognin liggur á Slættanesgøta 8, FO-100 Tórshavn

 

Matr.nr.: 182e - Grundøkið: 935 kvm.

Hæddir: 2

Samlað vídd: Uml. 340 kvm.

Byggiár: 1992 - Umvælt 2021/22

Nýtsla í dag: Skrivstova og timburverkstaður.

Eigari: Valaverk sp/f -

Søluprísur: Hóðskandi boð

Innrætting:

Stødd í alt: 340 kvm Veghædd: 170 kvm 1. hædd: 170 kvm Innrætting: Øll 1. hædd er nýinnrættað við skrivstovu, køki/fundarhøli gongd, wc og trappu. Í norðara enda eru tvær smærri íbúðir á uml. 35-40 kvm. Íbúðirnar hava egna ingongd umvegis útvendiga trappu á norðursíðuni. Íbúðirnar ery 75% liðnar.

 

Á veghædd eru tvey stór og góð høli á uml 80 kvm við stórum garaguhurðum og durður við trappu ið gevur atgongd til skrivstovuhølini á 1. hædd.ella skriva til birgir@nira.fo

Lýsing av bygninginum:

Bygningurin er frá 1992 og er stoyptur heilt upp í skjøldurin. Betongdekk er millum hæddirnar. Tveir kvistar gera fermetrarnar á 1. hæddd væl gagnnyttar. Bygningurin er nýumvældur og innrættaður av nýggjum í 2021/22. Øll vindeygu og hurðar eru skift, og allir útveggir eru klæddir við trykimpregneraðum timburklædningi. Grundøkið: Eigarin hevur stoypt áleið 100m av betong garði/stuðlaveggi í mark, lagt drenrør og annars klárgjørt økið til eina møguliga útbygging. Av tí at bygningurin stendur nørum í mark út móti vegnum, eru sera góðir møguleikar at gagnnýta restina av teim áleið 700 kvm av grundøkinum aftan fyri bygningin Standur: Eigarin hevur sjálvur framt allar umvælingar. Góðskan er sera høg, og bygningurin framstendur baði innan og uttan sum ein vakur nýbygningur.

Møguleikar:

  • Staðsetingin má metast at verða góð.

  • Bygningurin hevur høga góðsku og høgt nýtsluvirði.

  • Høgt er millum gólv og loft á veghæddini.

  • Hølini á veghædd eru atkomulig gjøgnum stórar garaguhurðar.

  • Møgulig leigumál í íbúðunum.

  • Møguleiki er at byggja út ella seta eina høll ella annan bygning á matrikklin.

  • Ognin er vælegnað til m.a.: ▪ Skrivstovu ▪ Ymiskt Framleiðsluvirksemi ▪ Handil ▪ Goymslu ▪ Útleigan.

Fyri nærri kunning, set teg í samband við Birgir á 514499 ella Rúna á 221011